Nýtt skjal
3
.
March
2019

Roknskapargreining fyri mjólkarvinnuna

P/F Januar hevur eins og undanfarin ár gjørt roknskapargreiningar fyri mjólkarvinnuna. Í greiningini hava vit valt at hyggja at almennu ársroknskapunum hjá teimum mjólkarbøndum, sum hava lagt raksturin í smápartafelag. Øll smápartafeløgini eru við í greiningini fyri árini 2013 - 2017. Harumframt hava vit gjørt eina roknskapargreining av 11-14 mjólkarbøndum eftir innanhýsis roknskapunum (skattaroknskapunum).

Roknskapargreiningin av almennu roknskapunum hjá 24-26 smápartafeløgum fyri árini 2013 - 2017 kann heintast her.

Roknskapargreiningin av innanhýsis rakstrarroknskapunum hjá 11 - 14 mjólkarbóndum fyri árini 2009 - 2017 kann heintast her.