Burðardygd

Vit vænta, at smærri og størri feløg koma at uppliva økt krøv í mun til Burðardygds rapportering, bæði frá myndugleikum, kundum, nærsamfeløgum og samstarvsfeløgum.

Burðardygd fevnir ikki einans um at minka útlátið. Tað fevnir eisini um menning og at skapa nýggjar handilsmøguleikar.


Tín burðardygds roknskapur

Frágreiðingar um burðardygd skapa virði fyri áhugabólkar og fyritøkur, sum samstundis tryggja, at reglugerðir verða hildnar, minka um váða, skapa álit og møguligar samstarvsfelagar og nýskapan. Tað er upplagt, at frágreiðingin inniheldur ESG-Lyklatøl fyri burðardygd.

Hví Burðardygd?

Ein greið ætlan er týðandi bæði í mun til innanhýsis samskifti og uttanhýsis samskfti. Samtíðis er hetta eitt týðandi amboð til at miðla týdningin av burðardygt til áhugabólkar.

P/F Januar kann veita hjálp við:  
·       Best Practice rapportering
·       Compliance og fyrireikingar gjøgnumgongd
·       Karmar og standardar
·       Tilgongd til at menna og framleiða eina frágreiðing viðv. Burðardygd
·       Óhefta átekning til frágreiðing um burðardygd.

ESG stendur fyri Environmental, Social, Governance. ESG er eitt hugtak, sum síðani 2004 hevur verið frágreitt sum «ikki fíggjarligt rapportering”. Krøvini í ársroknskaparlógini um ikki fíggjarliga rapportering hevur verið partur av frágreiðingini um samfelagsábyrgd hjá størri fyritøkum, og hendan hevur ikki verið serliga konkret í uppbygnaði ella upplýsingum. Hetta broyttist í 2024, tá Corporate Sustaniability Reporting Directive (CSRD) varð góðkent í ES, og viðførir, at størri krøv fara at verða sett, eisini til føroyskar fyritøkur.

ESG

ESG stendur fyri Environmental, Social, Governance.

Environmental

Environmental
E hevur focus á umhvørvið. Hetta umfatar háttin, sum fyritøkur ávirka umhvørvið, herundir nýtslu av rávørum, vatni, orku og CO2 útláti.

Social
S
umfatar sosial viðurskifti í fyritøkuni. Hetta umfatar millum annað viðurskifti millum starvsfólk og leiðslu, kynsbýti og lønarmun. Útgangstøðið er grundleggjandi menniskjarættindi, rættindi hjá arbeiðstakara og trygdar-og heilsupolitikki.

Governance
G
umfatar góða felagsleiðslu. Her verður mett um opinleika í rapporteringini frá leiðsluni, margfeldi hjá leiðsluni, lønarviðurskifti og gegni. Eisini umfatar økið etiskar og moralskar grundreglar hjá fyritøkuni.

Frágreiðing

Ein ESG frágreiðing lýsir viðurskifti viðvíkjandi burðardygd. Hetta umfatar m.a. tilfeingisnýtslu, útlát, lýsing av virðisketuni og onnur samfelagsviðurskifti.

Tað er týdningarmikið fyri eina góða frágreiðing, at felagið týðiliga hevur lýst hvørja ávirkan felagið metir hava størstan týdning fyri felagið.

Fyrireiking til frágreiðing


Hóast hetta enn ikki er eitt lógarkrav, so kann ein føroysk fyritøka við fyrimuni, umhugsa hvørji ESG-viðurskifti hava týdning fyri títt felag, og hvussu hetta kann skapa virði fyri títt felag og samstarvsfelagar hjá felagnum.

Vit kunnu hjálpa tær ávegis.


 

Lógarkrøv

ES hevur góðkent direktiv um Corporate Sustaniability Reporting Directive, ella CSRD, ið hevur til endamáls at øll raportering, skal verða eins fyri feløg og vinnur.

Henda fyriskipan er komin ístaðin fyri krøvini, ið hava verið um samfelagsábyrgd, ið byggir á greiðar mannagongdir.

Í Føroyum eru enn ikki lógarásett krøv, at feløg skulu rapportera í mun til ESG, men ábendingar eru um, at hetta kemur, tó enn er óvist hvussu umfatandi hetta kemur at vera.

Ert tú burðardyggur?

Ring til okkara á 31 47 00.