Vinnutænastur

At hava eitt felag krevur, at tað eisini er skil á pappírunum. Hetta kann mangan vera tíðarkrevjandi. Við vinnutænastum frá Januar fært tú bæði skil í pappírunum og tíð at gera tað, sum tú dugir best.

Fjølbroyttar vinnutænastur

Vit hava altíð dagførda vitan innan bókhald og roknskapar lóggávu, og hetta ger okkum før fyri at ráðgeva og hjálpa tær við bókhaldi, mvg og skatti, umframt fíggjarstýring, fíggjarætlanir og aðrar tænastur. 

Hví vinnutænastur?

Brúka tína tíð, til tað, tú ert best til.

Vinnutænastur eru til tín, ið ynskir at leggja alla tína orku, í tað tú ert best til, og ikki ynskir at brúka kvøldini til bókhald o.l.
Vit kunnu hjálpa við nógvum uppgávum, alt frá umsiting av bókhaldi til tíðarskeiðsroknskapum.

Vit taka okkum av øllum pappírarbeiðinum fyri tína fyritøku. Hetta inniber sovorið sum at bóka, uppseta lønir, lata mvg inn til Taks, rykkja efitr pengum, avstemma og ymiskt annað viðkomandi, sum krevst fyri at halda skil á fíggjarliga partinum av felagnum.

Vit hava eina bókhaldsdeild við dugnaligum starvsfólkum.

Vinnutænastur er ein góð loysn fyri feløg, ið ivast í um tað er skilagott at seta ein bókhaldara ella ynskja hjálp til at skipa mannagongdir v.m. á fíggjarøkinum.
 

Okkara kjarnuvirksemi

Veri tað seg bókhald ella onnur ráðgeving, so leggja vit dent á at tryggja, at tú fært sum mest burturúr samstarvinum. 

Bókhald

Vit hava breiðan kunnleika til bókhald, og kunnu vegleiða og bóka innan fleiri bókhaldsskipanir.

Flestu kundar okkara brúka í dag online bókhaldsskipanir, ið ger at skjøl kunnu goymast digitalt, um felagið ynskir tað. Tað er nemt og ómakaleyst at senda skjøl í bókhaldskipanina.

Vit umsita skuldarar og ognarar, so at bókhaldið altíð er dagført. Við hesum verður fíggjarliga støðan hjá felagnum væl lýst, og møguligt er at fylgja fíggjarligu gongdini.

Vit ráðgeva og /ella umsita lønir fyri fyritøkur og feløg - alt eftir hvør tørvurin er.

MVG

Vit kenna reglurnar fyri mvg og kunnu rágeva á hesum øki. 

Øll feløg við eini sølu yvir 50.000 kr. skulu avrokna mvg, um felagið líkur mvg- skyldugt virksemi. 

Feløg, sum eru MVGskrásett hjá TAKS, skulu vanliga gera upp MVG´ið hvønn ársfjórðing og latauppgerðina inn til TAKS umvegis Vinnugluggan. Hetta skal gerast:
- 1. kvartal fellur til gjaldingar 10. Maj
- 2. kvartal fellur til gjaldingar 24. august
- 3. kvartal fellur til gjaldingar 10. november
- 4. kvartal fellur til gjaldingar 10. februar

Skattaviðurskifti

Vit kunnu hjálpa tær við at gera skattskyldugu inntøkuna upp og rokna skattin út, harumframt kunnu vit hjálpa tær at gera kapitalvinnings-inntøkuna upp (vinning og tap av virðisbrøvum v.m.)

Vit kunnu harumframt veita skattaráðgeving. Hetta umfatar ráðgeving bæði til privat persónar og feløg.
Privat persónar og firma skulu lata inn sjálvuppgávur innan 1 mai, meðan partafeløg hava freist til 30. juni.

Í ivamálum kunnu vit eisini hjálpa tær at fáa bindandi boð frá TAKS, tá skattaviðurskiftini eru ógreið. Eisini kunnu vit hjálpa tær við kærumálum, um tú og TAKS ikki eru á einum máli um eitthvørt.

Greining av roknskapartølum og fíggjarætlan

Tað er týdingarmikið fyri gongdina og trygdina í eini fyritøku, at innanhýsis mannagongdirnar eru væl skipaðar og skapa eitt arbeiðsumhvørvi, ið tryggjar at alt fer rætt fram. Við okkara royndum kunnu vit hjálpa at seta upp og meta um dagligu mannagongdirnar í felagnum.

Vit hjálpa eisini at greina roknskapartøl, og ráðgeva um, hvørjar betringar kunnu gerast.

Vit kunnu síðani hjálpa tær at seta upp eina fíggjarætlan. Hendan kann nýtast til at fylgja gongdini, og kannað hvussu staðfest tøl samsvara við fíggjarætlanina.

Vit hjálpa tær við roknskapinum.

Ring til okkara á 31 47 00.