Frá 1. februar 2022 er kravt, at kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar í eigaraskránni. Øll feløg skulu fylla út fráboðanarskjal við upplýsingum um eigarar og lata inn til Skráseting Føroya til skrásetingar í seinasta lagi 1. september 2022. Vit veita hjálp og vegleiðing í hesum sambandi.
Vit eru ikki bara eitt grannskoðaravirki, sum tosar um roknskap, skatt og fígging. Vit eru eisini ein sparringspartnari, eitt trygdarnet og ein hjálpandi hond: Ein, sum tú hevur álit á, sum kennir teg og fyritøkuna og er har, tá ið á stendur.