Grannskoðan og roknskapur

Ein roknskapur gevur fíggjarligt innlit í tína fyritøku. Raksturin lýsir inntøkur og útreiðslur í árinum, meðan fíggjarstøðan vísir, hvørjar ognir/áogn felagið eigur, og hvussu hesar eru fíggjaðar.

Ein grannskoðanarváttan á ein roknskap er meiri enn bara ein undirskrift - hon  økir um trúvirðið á roknskapinum.

Grannskoðanin skal harvið tryggja, at roknskapurin kann vera grundarlag undir støðutakan hjá øllum áhugapørtum.

Álitisumboð

Í sambandi við grannskoðan eru vit álitisumboð hjá almenninginum. Hetta merkir, at vit eru skikkað og óheft, tá vit útinna eina grannskoðan av tíni fyritøku.

Hví roknskap og grannskoðan?

Innlit og betri roknskapargóðsku

Ein roknskapur vísur, hvussu tað veruliga stendur til í fyritøkuni. Tú fært innlit í dagliga raksturin, virðir og haldføri, sum er grundað á tøl.
Við grannskoðan vilja vit tryggja at framlagdi roknskapurin er rættvísandi .

Grannskoðan umfatar handlingar, sum hava til endamáls at tryggja, at tølini geva eina rættvísandi mynd av roknskapinum, innan fyri lógarinnar karmar, umframt at vit meta um fíggjarliga støðu felagsins.

Ársroknskaparlógin ásetur krav um grannskoðan til ávísar fyritøkur, og verður hetta ásett eftir stødd.

Tað finnast ymiskar grannskoðanar-átekningar, og er tað týdningarmikið at tú fært tað váttan ið tín fyritøka hevur brúk fyri. Hetta kann vera:
·       Grannskoðan
·       Víðkað gjøgnumgongd
·       Gjøgnumgongd
·       Roknskaparuppstilling

Góðskustempul

Ein váttan frá okkum virkar sum eitt góðskustempul av tínum roknskapi, fíggjarligum uppgerðum o.ø. 

Grannskoðan

Grannskoðan er ikki ein standard vøra, men verður skræddaraseymað til hvønn kunda sær. Hetta krevur sostatt at vit hava kunnleika til kundan og hansara virksemi.
Í samband við grannskoðan meta vit um mannagongdir og innanhýsis eftirlit hjá fyritøkuni.
Ein grannskoðan umfatar greiningar og fyrispurningar, eftirlit við týðandi postum í roknskapinum við m.a. at útinna fyrsiskt eftirlit, kanningar, innheintan av uttanhýsis prógvi o.a.
Ein grannskoðan gevur eina høga vissu fyri upplýsingunum í ársroknskapinum.
Grannskoðanin skal harvið tryggja, at roknskapurin kann vera grundarlag undir støðutakan hjá øllum áhugapørtum.

Víðkað gjøgnumgongd

Víðkað gjøgnumgongd gevur smærri fyritøkum eina minni umfatandi grannskoðan.
Fyritøkur, sum ikki fara upp um tvær av niðanfyri nevndu trimum ásetingunum í tvey fylgjandi roknskaparár, kunnu velja víðkaða gjøgnumgongd:

1. Fíggjarjavna upp á 12 mio. kr.,
2. Nettosølu upp á 24 mio. kr.,
3. Miðaltal av starvsfólkum upp á 15.

Víðkað gjøgnumgongd er ikki grannskoðan, men byggir á fyrispurningar til leiðslu og 4 kravdar grannskoðanarhandlingar. Víðkað gjøgnumgongd gevur tískil eina avmarkaða vissu.

Roknskaparhjálp

1. Fíggjarjavna uppá 1 mio. kr.
2. Nettosølu undir 2 mio. kr.
3. Miðaltal av starvfólkum uppá 12.

Tað er tó enn krav um innlating av roknskapi v.m. til myndugleikar fyri hesar fyritøkur.

Vit hjálpa tínari fyritøku við at fáa sett roknskapin upp sambært galdandi lóggávu.

Við roknskaparhjálp verður givin ein átekning uttan trygd fyri upplýsingunum í ársroknskapinum, av tí at hetta einans er sett upp eftir bókhaldinum. Verður tó komið fram á eyðsýndar feilir, ið leiðslan ikki ynskir at rætta, so verður eingin átekning givin, og vilja vit tá ikki seta roknskapin upp, uttan at leiðslan rættar feilin.

Neyðugt at umhugsa

Tað kunnu vera onnur viðurskifti enn lógarásetingar, ið gera tað neyðugt at umhugsa grannskoðan.

Serlig viðurskifti, ið kunnu viðføra tørv á grannskoðan eru:
- Bankin kann áseta krav um grannskoðan.
- Leiðslan ynskir eyka trygd og eftirlit.
- Eigarar kunnu krevja grannskoðan - serliga tá talan er um fleiri eigarar.
- Aðrir lánsveitarar kunnu seta krav um grannskoðan.
- Viðtøkur v.m. kunnu hava ásetingar um grannskoðan.
- Ein grannkoðan skal skapa trygd fyri triðjapart, men ikki minst skapa virði fyri felagið

Hug til eitt prát um grannskoðan?

Ring til okkara á 31 47 00.