Skalt tú stovna felag ella einstaklingavirki? So, er nógv at hugsa um. Tosa við okkum. Vit ráðgeva um fyrimunir og vansar.
Veitst tú ikki heilt, hvussu tú stovnar eitt felag, ella hvussu tú fæst við bókhald, fíggjarstýring, leiðslustýring, roknskap osfr.? Vit ynskja at ráðgeva tær.
Hví stovna eitt felag?
Sum sjálvstøðugur, eru tað fleiri viðurskifti ein skal hava skil á.
Umhugsa tískil hvørjar persónligar eginleikar tú hevur, og hvussu tú best fært brúkt hesar eginleikar. Tað verður tú sjálv/ur, ið hevur ábyrgdina av øllum frá byrjan, tískil kann eisini verða neyðugt at hava eitt gott netverk.
Um tú skalt stovna felag, er umráðandi at fáa ásett, hvør felagsháttur loysir seg best fyri teg.
Ert tú longu farin í gongd?
Minst til, hevur tú søluinntøku fyri meira enn 50.000 krónur í 12 mánaðir, so skalt tú skráseta teg í vinnuskránni hjá TAKS – fáa eitt V-tal. Skrásetingarskyldan fevnir bæði um privat virki og feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya.
Øll feløg, sum vera stovnað í Føroyum, eru umfatað av bókhaldslógini.
Vit vegleiða tær fegin.
At stovnað eitt felag er spennandi, og er tað týdningarmikið at byrja rætt. Vit kunnu hjálpa tær frá fyrsta degi.
Støða skal takast til undir hvørjari rættarligari rammu virksemi kann rekast.
Grundleggjandi eru møguleikarnir privat virki ella felagsformur við avmarkaðari ábyrgd.
Høvuðsmunurin er, at privat virki/íognarfelag hevur við sær personliga ábyrgd, meðan við einum felag er ábyrgdin avmarkað til kapitalkravið.
Privat virki kann gerast sum einstaklingavirki ella íognarfelag, har møguligt er hjá fleiri at stovna firma saman og hefta solidariskt. Her er ikki neyðugt at útvega kapital, og luttakarar verða skattaðir personliga í mun til yvirskot.
Niðanfyri er yvirlit til kapitalkrav til felagsformnar.
- Partafelag: 500.000 kr.
- Smápartafelag: 50.000 kr.
- Íverksetanarfelag: 1 kr.
Í felagsformi er talan um ábyrgd, ið er avmarkað til kapitalkravið, um aðrar bindingar ikki vera gjørdar. Partafelagsskatturin er 18%, og vinningsbýtisskattur á 35%.
Fyrsta íløgan í eitt felag, kemur ofta frá egnari samansparing ella frá vinum og familju, ið síggja møguleikarnar í tínum hugskoti og ynskja at hjálpa tær á veg. Fígging frá peningastovni kemur aloftast, tá fyritøkan hevur ment seg nakað og hevur víst sítt virði.
Stuðul úr grunnum
Tað ber eisini til at søkja stuðul frá grunnum og íløgufeløgum, tá ið tú skalt byrja fyritøkuna.
Tað skal vera skil í. Vit ráðgeva um stovnseting av bókhaldsskipanum og munadyggum fíggjarstýringum og rapporteringum.
Feløg skulu fylgja bókhaldslógini.
Hevur fyritøka fyrst mvg-skrásett seg, skal hon altíð lata inn og avrokna mvg, eisini tá ið umsetningurin er minni enn 50.000 kr.
Hetta skal tí hava skil á:
- Bókhald
- Mvg avrokning
- Avtalur við skattavaldið
- Senda fakturar
- uppfylging av ógoldnum fakturum
- Løn
- Uppfylging av fíggjarætlan
Vit seta upp ársroknskapir, tíðarskeiðsroknskapir og annað. Eisini seta vit upp roknskapir fyri einstaklingavirkir – greitt at lata TAKS saman við sjálvuppgávuni.
Vit lata roknskapir inn til TAKS og Skráseting Føroya (talgilt – bæði sum PDF og í XBRL-sniði).
Hevur tú felag við einum:
1. Fíggjarjavna upp á 1 mió.kr.
2. Nettosølu undir 1 mió.kr.
3. . Miðaltal av starvsfólkum uppá 12.
So hevur tú møguleika at frávelja grannskoðan, men minnist til at roknskapur, ið er í trá við galdandi lóggávur, enn skal latast inn til røttu myndugleikar.
Ring til okkara á 31 47 00.