Ráðgeving

Sama hvat tað snýr seg um, so er ráðgeving altíð grundað á tveir tættir - nærlagni og nærveru.

Fjøllbroytt ráðgeving

Vit veita ráðgeving á fleiri økjum. Veri tað íverksetan, umlegging av verandi virksemi, virðismeting av tíni fyritøku, keyp av fyritøkum v.m.

Fá ráðgeving, ið kann menna tína fyritøku og skapa ein sunnan vøkstur.

Hví ráðgeving?

Innlit gevur betri loysnir

Við okkara royndum og vitan kunnu vit brynja teg til at taka avgerðir, ið passa best til tín tørv. 

Síðan 1964 hava vit veitt ráðgeving til smærri og størri kundar. Hetta er innlit, ið hevur givið okkum stóra virðing fyri teimum fyritøkum, ið hvønn dag gera teirra besta fyri at skapa góð úrslit og vøkstur fyri felagið og samfelagið.

Avgerðir kunnu fáa stórar avleiðingar. Tískil er týdningarmikið at fyribyrgja, at villur og óvæntaðar rættingar ikki stinga seg upp.

Vinna og privat

Vit ráðgeva bæði fyri persónar og virkir. Ráðgeving í eygnahædd, ið ger mun.

Keyp og søla

Vit hava drúgvar royndir innan ráðgeving við keyp og sølu av fyritøkum, umframt virðismetingar av feløgum, kunnu vit standa fyri Due diligence uppgávum.

Vit ynskja at verða tín sparringspartnari við týðandi broytingar.

Sjálvuppgáva

1.mai skulu privatu sjálvuppgávurnar latast inn til TAKS.

Hetta umfatar uppseting og innlating av firma roknskapum. 

Húsaleiguinntøkur skulu gerast upp, umframt upplýsingar um fríar ágóðar, t.d. fríur bilur skulu latast inn til TAKS. 

Arbeiði um landamørk 
Arbeiðir tú uttanlands? Ella kemur tú til Føroyar at arbeiða? Vit tryggja, at tíni skattligu viðurskifti eru ílagi. 

Umskipan av virksemi 

Ein umskipan av einum felag sæst á ymiskan hátt - Hetta kann vera umskipan frá firma til (smá)partafelag. Ein kloyving av verandi felag, samanlegging av fleiri feløgum, ella eitt ættarliðskifti frá eldra til yngra ættarliðið.

Vit lurta eftir hvør tykkara tørvur er, og saman finna vit røttu loysnina fyri tykkum.

Feløg kunnu eisini uppliva innanhýsis umskipanir, verið tað í virksemi felagsins ella innanhýsis mannagongdir - eisini á hesum økjum kunnu vit virka sum sparringspartnari.

Skattaviðurskifti

Vit ráðgeva virkjum og persónum í skatta og avgjaldsviðurskiftum. 

Vit hava hollan kunnleika til serskatta lóggávu innan t.d. fiskivinnu, aling o.a. 

Vit tryggja eisini skattligu avleiðingarnar í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum, bygningum, virðisbrøvum, umskipan av virkseminum, ættarliðsskifti v.m. 

Vit greina skattligar avleiðingar í øllum týðandi avgerðum.

Brúk fyri fíggjarligari ráðgeving?

Ring til okkara á 31 47 00.