P/F Januar kann bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap og skatt.
Sum starvsfólk hjá P/F Januar fært tú arbeiðsroyndir og fakliga vitan.
P/F Januar er eitt løggilt grannskoðanarvirki. Vit grannskoða og ráðgeva innan roknskap, bókhald og møguliga umskipanir. Harumframt veita vit ráðgeving og grannskoðan innan dátuvernd og KT-trygd, eins og vit ráðgeva um skattamál og meirvirðisgjald.
Tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar. Vit ynskja at arbeiða skjótt og effektivt, tí okkara mál er at geva kundunum ta bestu tænastuna. Tað setur samstundis krøv til okkara starvsfólk. Tað kann vera hart til tíðir, og summir dagar kunnu vera longri enn aðrir. Tað er bara ein partur av, at vera í hesari spennandi vinnuni. Í starvinum fært tú eisini breitt innlit í føroyska vinnulívið.
Samstundis,sum tú arbeiðir, byrjar tú upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. HD 1.partur, ið tekur 2 ár, og er skipaður við undirvísing á Búskaparbreytini á Glasi vanliga 2 dagar um vikuna. Seinnu 2 árini av HD lestrinum eru skipað í samstarvi millum Búskaparbreytina á Glasi og Århus Universitet.
Eftirfylgjandi er møguligt at lesa cand.merc.aud, sum fjarlestur samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum ella tú velur fulltíðarlestur uttanlanda. Eftir cand.merc.aud. er møguleiki at lesa til statsaut. revisor og løggildan grannskoðara.
Umsókn saman við skjølum kunnu sendast til okkum í telduposti til januar@januar.fo ella við vanligum posti til:
P/F Januar
Óðinshædd 13
Postboks 30
FO-110 Tórshavn
Næmingarnir byrja 1. september 2026 ella áðrenn eftir nærri avtalu.
Nærri fæst atvita um starvið við at venda sær til Christina á Bøgarði á telefon 551721 ella cab@januar.fo. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.
