Tíðindi
4
.
April
2021

Januar, ráðgevandi samstarvsfelagi hjá Burðardyggum vinnulívi

Í sambandi við, at fleiri fyritøkur eru farnar at samtarva um burðardygd, tekur P/F Januar lut í hesum sum ein ráðgevandi samstarvsfelagi á økinum.

Leikluturin hjá fyritøkunum í samfelagnum broytist. Har krøvini fyrr útilokandi vóru um virðisskapan, flytast tey nú til eisini at umfata krøv um, at fyritøkur taka sosiala ábyrgd og lata aftur til nærumhvørvið í breiðum týdningi. Harumframt eru krøv um, at fyritøkur hugsa í ringrásum (circular economy) soleiðis, at alt verður gagnnýtt og annars latið aftur til náttúruna á ein burðardyggan hátt, heldur enn at brúka og blaka burtur. Hetta verður mett sum góð felagsleiðsla.

Í sambandi við, at tær stovnandi fyritøkurnar í burðardyggum vinnulívi hava tikið stig til at seta gongd á burðardygga frágreiðing, hevur P/F Januar gjørt eina samstarvsavtalu við felagsskapin, har vit veita ráðgeving og hjálp til almannakunngerð av teimum málsetningum, sum fyritøkurnar einsæris og í felag seta sær.

Harumframt veitir P/F Januar ráðgeving, hvussu fyritøkurnar á álítandi hátt kunnu gera hesar málsetningarnar upp.

Sí nærri: www.burdardygtvinnuliv.fo