Tíðindi
3
.
March
2020

COVID-19: Løgtingssamtyktir um búskaparlig kreppuátøk

Í sambandi við korona-smittuna samtykti løgtingið, tann 18. mars 2020, búskaparlig átøk, ið kunnu viðvirka til at stimbra búskapin og at avmarka smeitin av COVID-19 farsóttini.

Samtyktirnar eru gjørdar fyri at stuðla privata arbeiðsmarknaðinum – fyritøkum og starvsfólki.

Samanumtikið vil JANUAR leggja áherðslu á týdningin, at fyritøkur støðugt hava bókhaldið dagført, soleiðis at staðfestast kann, hvussu fíggjarliga gongdin er ávirkað av COVID-19, um átøk eru neyðug og soleiðis, at fíggjarligar upplýsingar eru tøkar við atliti at búskaparligu kreppuátøkunum.

Eisini mælir JANUAR fyritøkum til neyvt at skráseta fráveru og aðrar bágar smittan hevur við sær, við atliti at átøkunum í ALS-skipanini og dagpeningalógini.

MVG-avrokning útsett

Seinasta freist at lata inn mvg-uppgerð fyri 1. ársfjórðing 2020 og at avrokna fyrsta avgjaldstíðarskeiðið í 2020, verður útsett frá 10. mai til 15. november 2020.

Samtyktin heimilar, at gjaldfreistin fyri 1. ársfjórðing 2020 verður útsett til 15. november 2020, men forðar ikki fyri, at uppgerðin verður latin inn – eftir vanligu reglunum – beinanvegin, eftir 31. mars 2020. Tær fyritøkur, ið fáa útgoldið negativt meirvirðisgjald, fáa harvið styrkt um gjaldførið.

JANUAR mælir til, at 1. ársfjórðingur verður – eins og vanligt er - bókaður og gjørdur upp.

Harvið kann staðfestast, um meirvirðisgjaldið er negativt, sum verður endurgoldið.

Lagaligari útgjald frá ALS

Samtykt er ein tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan. Skipanin fær virknað frá 12. mars 2020 við sólsetursáseting um, at løgtingslógin fer úr gildi 30. juni 2020.

ALS letur løntakarum arbeiðsloysisstuðul sum eitt lønarískoyti, um tað gerst neyðugt hjá arbeiðsgevarum at seta starvsfólk niður í tíð. Hetta hevur við sær, at fyritøkurnar ikki í sama mun verða noyddar at siga fólk úr starvi, men at setanartilknýtið kann varðveitast, og starvsfólkini eru tøk, tá virksemið aftur kemur í rættlag.

Útgangsstøðið fyri lønarískoytinum er kr. 20.000. Stuðulin er kr. 115,38 um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Lønarískoytið verður roknað soleiðis, at verður starvsfólkið sent til hús fulla tíð, fær viðkomandi eitt lønarískoyti, sum svarar til, at viðkomandi í meðal fær kr. 20.000 frá ALS um mánaðin. Fer starvsfólkið niður í hálva tíð, fær viðkomandi hálva løn frá arbeiðsgevaranum og (áleið kr. 20.000 x 0,5) kr. 10.000 frá ALS. Sami brøkur sum arbeiðstakarin fer niður í tíð, verður nýttur til at rokna lønarískoytið. Lærlingar fáa í mesta lagi lønarískoyti, sum svarar til ta upphædd, sum sáttmáli teirra ásetir. Fiskimenn eru eisini at meta sum starvsfólk, sum kunnu brúka nýggju skipanina, um treytirnar fyri at koma í nýggju skipanina annars eru loknar. Frítíðarløn verður ikki mótroknað í útgjaldinum og ALS rindar eftirlønargjald.

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava teknað arbeiðsloysistrygging, kunnu tekna sær trygging, sum gevur rætt til útgjald beinanvegin, um viðkomandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19. Stjórar eru eisini starvsfólk, ið kunnu verða heimsendir ella settir niður í tíð.

Starvsfólk hava ikki fyri neyðini at senda ALS fráboðan um arbeiðsloysi. Arbeiðsgevarin sendir ALS nøvnini á viðkomandi starvsfólkum.

JANUAR mælir til, at fyritøkur fylgja við á heimasíðuni hjá ALS – www.als.fo – har upplýst verður nærri um umsóknarbløð, neyðugar upplýsingar v.m.


Víðkað dagpeningalóg

Dagpeningalógin er víðkað soleiðis, at dagpeningur vegna sjúku eisini verður veittur, tá persónur av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald ella heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald.

Arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum hava skyldu at rinda løn undir sjúku, fáa afturrindað lønarútreiðslur til persónar, sum eru smittaðir við COVID-19, og til persónar, sum  heilsumyndugleikarnir hava sett í sóttarhald ella hava mælt til at fara í sóttarhald. Arbeiðsgevarin fær afturrindað eina upphædd svarandi til tað, sum løntakarin hevði rætt til sambært lógini um dagpening vegna sjúku, um hann leyk treytirnar fyri tí.

Sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum feløgum kunnu í sambandi við COVID-19 fáa útgjald frá sjálvbodnari trygging dagin eftir, at umsóknin um trygging er latin Almannaverkinum. Persónur kann søkja um trygging og fáa rætt til útgjald, hóast hann er óarbeiðsførur, um óarbeiðsførið skyldast COVID-19.

Hjá mánaðarløntum kann arbeiðsgevari nýta seinast útgoldnu mánaðarlønina sum inntøkugrundarlag.

Arbeiðsgevarin skal ikki afturrinda landskassanum dagpening viðvíkjandi 1. og 2. fráverudegi, tá fráveran skyldast COVID-19.

Váttan frá arbeiðsgevara verður javnsett við læknaváttan, men Almannaverkið kann krevja læknaváttan.

Dagpeningur, sum verður veittur, svarar til mistu inntøkuna, tó í mesta lagi 80% av løn millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Føroya arbeiðarafelag. Dagpeningur er tí í mesta lagi uml. kr. 948 um dagin, svarandi til kr. 4.739 um vikuna.

Fyri at fáa rætt til endurrindan frá 1. fráverudegi skal Almannaverkið hava móttikið umsókn frá arbeiðsgevara í seinasta lagi 90. dagin eftir fyrsta fráverudag. Verður umsóknin móttikin eftir hetta, verður afturrindan bert játtað frá móttøkudegnum.

Skipanin fær virknað frá 12. mars 2020, og løgtingslógin fer úr gildi 30. juni 2020.

JANUAR mælir til, at fyritøkur skráseta neyvt viðv. teimum, sum antin hava fingið COVID-19 ella myndugleikarnir hava sett – ella mælt til – at fara í sóttarhald, og at 90-daga freistin verður hildin.