Tíðindi
4
.
April
2020

COVID-19: Enn fleiri búskaparlig kreppuátøk – stuðul til vinnulívið

Løgtingið samtykti tann 6. apríl 2020 at víðka um búskaparligu kreppuátøkini til tess at stimbra búskapin og at avmarka fíggjarliga smeitin av COVID-19 farsóttini.

Fyrru kreppuátøkini, ið vórðu samtykt tann 18. mars 2020, vóru serliga sett í verk fyri at stuðla privata arbeiðsmarknaðinum – fyritøkum og starvsfólki.

Hesi seinnu kreppuátøkini eru serliga ætlað at styrkja um vinnulívið.

Men samstundis er samtykt, at ítróttafólk nú eisini eru partur av ALS-skipanini, og at arbeiðandi fólkapensjónistar eisini fáa ískoyti fyri inntøkumiss.

Eisini er samtykt, at landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta reglur um, at løntakarar uttanlands, persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina fyri at lata inn sjálvuppgávu longda. Freistin kann tó ongantíð leingjast út um 15. august í 2020.

Landsstýrismanninum er somuleiðis heimilað at broyta innlatingarfreistir v.m. í sambandi við, at ársfrásagnir skulu latast Skráseting Føroya.

Ætlaða FAS-skipanin til flogvinnuna er ikki avgreidd í tinginum enn.

Sambært landsstýrismanninum í Vinnumálum er hugsandi, at enn fleiri hjálparpakkar eru ávegis.

Niðanfyri verður stuðulsskipanin til fyritøkur til fastar útreiðslur lýst nærri.

JANUAR fylgir neyvt gongdini og er til reiðar at veita viðskiftafólki munadygga og holla ráðgeving og hjálp og at lata úr hondum lógarkravdar grannskoðaraváttanir v.m., sum tryggja kundum okkara fíggjarliga stuðulin samsvarandi løgtingssamtyktunum.

JANUAR mælir til, at ársfrásagnir fyri 2019 verða avgreiddar skjótast til ber – óansæð longdar innlatingarfreistir - nú tilvísingartíðarskeiðið fyri stuðli eru staðfestar rakstrarútreiðslur í 2. ársfjórðingi 2019.

Væntast kann, at skipanir og umsóknartilfar v.m. er klárt nakað eftir páskir, og stuðul kann verða útgoldin, áðrenn fyritøkan rindar føstu útreiðslurnar fyri síðani eftirfylgjandi at verða javnað samsvarandi veruligu útreiðslunum fyri 2. ársfjórðing 2020.

Formiliga stuðulsmannagongdin verður lýst í kunngerð frá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Kunnað verður nærri, tá kunngerðirnar eru lýstar.

Stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur

Ein fyribils stuðulsskipan verður stovnað fyri fyritøkur, ið verður galdandi fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2020 til og við 30. juni 2020.

Skipanin er ikki avmarkað til ávísar vinnugreinar ella avmarkað í mun til, hvør rættarligi karmurin um fyritøkurnar er. Í kunngerðini, sum landsstýrismaðurin setur í gildi, verður nærri ásett, hvør verður fevndur av skipanini. Ætlanin er at skipanin skal fevna breitt.

Stuðulsskipanin fevnir tó ikki um tilfeingisvinnur og fiskavirking.

Stuðul verður latin til at rinda føstu útreiðslurnar hjá fyritøkum.

Fyri nýggjar og nýstovnaðar fyritøkur kann verða ásett eitt meira umboðandi tíðarskeið, t.d. 1. desember 2019 – 28. februar 2020.

Stuðul verður veittur til fyritøkur, sum í tíðarskeiðnum 1. apríl 2020 – 30. juni 2020 hava havt munandi afturgongd í umsetninginum í mun til tilvísingartíðarskeiðið 1. apríl 2019 til 30. juni 2019.

Stuðulin verður veittur soleiðis:

1) 75% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 60-100%.

2) 50% av føstum útreiðslum, um afturgongdin í umsetninginum hevur verið 40-60%.

Stuðulin kann tó ikki fara upp um nominellu afturgongdina í umsetningi, sum fyritøkan hevur havt í tilvísingartíðarskeiðnum frá 2. ársfjórðingi 2019 og til 2. ársfjórðing 2020. Stuðulin er í mesta lagi kr. 80.000 fyri hvørja fyritøku sær.

Fyritøkur, sum hava fleiri sjálvstøðugar rakstrareindir, ið verða riknar frá ymiskum hølum, og sum í innanhýsis roknskapi verða uppgjørdar hvør sær, hava rætt til stuðul til hvørja rakstrareind sær. Tað er tó ein treyt fyri stuðli, at fyritøkan, sum ein eind, hevur mist 40% av umsetninginum ella meira.

Fyritøkur, sum eru stovnaðar eftir 1. januar 2019, men áðrenn 12. mars 2020, og sum ikki kunnu vátta greitt við tilvísing til eitt tilvísingartíðarskeið, og sum orsakað av COVID-19 antin hava mist allan umsetningin ella meira enn 40% av væntaða umsetninginum, hava rætt til stuðul. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skjalprógv fyri mistum umsetningi ella væntaðum umsetningi.

Veittur verður stuðul til skjalprógvaðar, fastar útreiðslur undir hesum útreiðslur til húsaleigu, rentur, trygging, óuppsigiligar avtalubundnar útreiðslur í tíðarskeiðnum (t.d. leasing), el, hita o.a. Føstu útreiðslurnar verða allýstar í kunngerð.

Fyri at fyritøka skal koma undir stuðilskipanina, skal tað ikki verða rindað út vinningsbýti fyri inntøkuárini 2020, 2021 og 2022, og samsýning o.a. til stjóra í fyritøkuni og sjálvstøðug vinnurekandi skal ikki vera meira enn kr. 600.000 í 2020 íroknað inntøku frá ALS og dagpeningaskipanini.

Fyritøka, ið hevur móttikið stuðul, rindar stuðulin aftur í tann mun, at fyritøkan hevur havt skattligt yvirskot í roknskaparárinum 2020.

Stuðulin, sum fyritøkan hevur rætt til, skal skjalprógvast við uppgerð av føstu útreiðslunum hjá fyritøkuni seinastu 3 mánaðirnar umframt væntaðu føstu útreiðslurnar fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.

Aftan á, at tíðarskeiðið er endað, skal fyritøkan boða frá veruligu føstu útreiðslunum í tíðarskeiðnum. Hava hesar verið lægri ella hægri enn tær føstu útreiðslurnar, sum vórðu nevndar í umsóknini, verður stuðulin javnaður eftirfylgjandi. Somuleiðis skal fyritøkan skjalprógva umsetning í tilvísingar-tíðarskeiðnum og staðfestan umsetning fyri tíðarskeiðið 1. apríl til 30. juni 2020.

Landsstýrismaðurin kann nokta at rinda stuðul, um landsstýrismaðurin metir, at viðkomandi fyritøka er fíggjarliga før fyri at rinda tær rakstrarútreiðslur, sum eru fevndar av lógini og kann áseta nærri reglur um fíggjarligar treytir fyri at fáa stuðul.