Søgan hjá Inpact

Grannskoðaravirkið INPACT varð stovnað í 1964 undir heitinum Grannskoðaravirkið Jógvan Sundstein. Í 1986 tók Jógvan Amonsson prógv sum statsautoriseraður grannskoðari og var tilnevndur stjóri saman við Jógvani Sundstein. 

Teir róku virkið fram til 1. juni 2000, tá Jógvan Sundstein fór frá við eftirløn.

Síðani 1992 varð virkið rikið undir heitinum Grannskoðaravirkið INPACT.

Í oktober 2009 var leiðslan endurnýggjað og eigaraskarin víðkaður. Fróði Sivertsen statsaut. revisor, Heini Thomsen statsaut. revisor og Jógvan Joensen løggildur grannskoðari komu inn sum stjórar saman við Jógvani Amonssyni, samstundis sum teir gjørdust partaeigarar.

Grannskoðaravirkið INPACT varð nú rikið av fýra síðusettum stjórum og partnarum, harav tríggir eru statsautoriseraðir revisorar og ein løggildur grannskoðari.