Roknskapur

"Jújú, vit hava nokk at gera!" Soleiðis svara tey flestu, tá tey verða spurd, hvussu tað gongur á arbeiðsplássinum. Men vilt tú veruliga vita, hvussu fyritøkan klárar seg, so mást tú hyggja at roknskapinum. 

Fjølbroytt ráðgeving

Vit hava altíð dagførda vitan innan roknskaparligar lóggávur, og hetta ger okkum før at ráðgeva um ikki bert roknskap og skatt, men eisini fíggjastýring, fíggjarætlanir og aðrar tænastur. 

Hví roknskap?

Tølini lúgva ikki

Roknskapur er besta amboðið, tá tú skalt halda skil á, hvussu tað veruliga stendur til í fyritøkuni. Tá fært tú eitt innlit í dagliga raksturin, sum er grundað á tøl. Og sum øll vita, so lúgva tøl ikki. 

Okkara kjarnuvirksemi

Veri tað seg roknskapur ella ráðgeving um, hvussu tú fært betrað um endaligu úrslitini í roknskapinum, so leggja vit dent á at tryggja, at tú fært sum mest burtur úr samstarvinum. 

Roknskapur

Vit seta upp ársroknskapir, tíðarskeiðsroknskapir og annað. Eisini seta vit upp roknskapir fyri einstaklingavirkir – greitt at lata TAKS saman við sjálvuppgávuni.

Fíggjarætlan

Vit hjálpa tær at seta upp fíggjarætlanir. Eisini fylgja vit upp og samanbera staðfest tøl í mun til fíggjarætlanina.

Greining av roknskapartølum

Hvussu er støðan í fyritøkuni? Vit greina roknskapartølini og ráðgeva síðani um, hvørjar betringar kunnu gerast.

Lata roknsikap inn

Vit lata roknskapir inn til TAKS og Skráseting Føroya (talgilt – bæði sum PDF og í XBLR-sniði).

Vit hjálpa tær við roknskapinum.

Ring til okkara á 31 47 00.