Vælvirkandi og álítandi KT er fyritreytin fyri, at skipanir og virkisgongdir kunnu virka trykt og effektivt. Hetta krevur innlit, eina skipaða stýring og rætta trygdarstøði. Hjá Januar hjálpa vit feløgum og almennum myndugleikum við at eyðmerkja KT-váðar og loysa hesar.
KT-trygd snýr seg ikki einans um innanhýsis skipanir – men alla KT-vistskipanina, har tínar dátur eru partur av. Vit skapa yvirlit, eyðmerkja váðar og tryggja, at tínar skipanir og dátur virka samsvarandi krøvum og væntanum.
Hví KT-grannskoðan?
KT-grannskoðan og -ráðgeving umfata ikki einans um eftirlit – men snýr seg um at sameina strategisk mál við ítøkiligum trygdartiltøkum. Vit hjálpa við at eyðmerkja veikleikar og váðar, tryggja at krøv og lógir kunnu haldast og styrkja tykkara KT-trygd samsvarandi altjóða standardum.
Vit fylgja við nýggjastu standardum og krøvum umvegis altjóða samstarv og leypandi eftirútbúgving.
Vit veita óhefta gjøgnumgongd og meta um tykkara KT-fyriskipanir, trygdartiltøk og skipanir við støði í altjóða standardum, galdandi krøvum og lógávu. Ein KT-grannskoðan kann nýtast sum innanhýsis avgerðargrundarlag, ella til at veita kundum og samstarvspørtum vissu fyri, at KT-trygdin er á góðkendum støði.
Vit eyðmerkja hóttanir og veikleikar í tykkara KT-umhvørvi og ráðgeva um ítøkilig trygdartiltøk. Við miðvísum váðametingum, er møguligt at verja dátur, skipanir og rakstur – og raðfesta átøkini, har tey muna.
Vit hjálpa kundanum at menna leiðsluskipanir fyri KT-trygd. Tað snýr seg um at skipa mannagongdir og trygdartiltøk, sum hóska seg til váðamyndina og virkistørvin – og sum tryggja, at KT-trygdin verður ein strategiskur partur av rakstrinum.
Vit hjálpa við at kortleggja og meta um tykkara viðgerð av persónupplýsingum, eyðmerkja møguligar manglar og raðfesta verkseting av praktiskum loysnum á tøkniliga og bygnaðarliga partinum, sum tryggja dátuverndarlógin kann haldast. Málið er skjalprógvað og ábyrgdarfull dátuvernd.
Ring til okkara á 31 47 00.