Grannskoðan og roknskapur

Ein roknskapur gevur fíggjarligt innlit av tíni fyritøku. Raksurin lýsir inntøkur og útreiðslur í árinum, meðan fíggjarstøðan vísir, hvat tú eigur, og hvussu hetta er fíggjað.
Við grannskoðan skapa vit álit til tað, ið stendur í roknskapinum. Vit hava eftirlit við at upplýsingar í roknskapinum geva eina rættvísa mynd. Grannskoðan skal harvið tryggja, at roknskapurin kann vera grundalag undir støðutakan hjá øllum áhugapørtum.  

Álitisumboð

Í samband við grannskoðan eru  vit álitisumboð hjá almenninginum. Hetta merkir at vit skulu vera skikkað og óheft tá vit útinna eina grannskoðan.

Hví grannskoðan?

Betri roknskapargóðska

Ársroknskapurin er ein týðandi partur fyri at meta um úrslit felagsins, virði og haldføri.

Ein grannskoðanarváttan á ein roknskap er meir enn bara ein undirskrift, hon skal vera við til at økja um trúvirði á tíni ársfrásøgn.
Grannskoða hevur til endamáls at tryggja, at tølini eru rættvísandi, innan fyri lógarinnar karmar, umframt at vit meta um fíggjarligu støðu felagsins.  Ársroknskaparlógin ásetur krav um grannskoðan til ávísar fyritøkur, og verður hetta ásett eftir stødd. Tað finnast ymiskar grannskoðanarátekningar, og er tað týdningarmikið at tú fær tað váttan, ið tín fyritøka hevur tørv á.

Góðskustempul

Ein váttan frá okkum virkar sum eitt góðskustempul av tínum roknskapi, fíggjarligum uppgerðum o.ø. 

Grannskoðan

Grannskoðan er ikki ein standard vøra, men verður skræddaraseymað til hvønn kunda sær. Hetta krevur sostatt at vit kenna kundan og hansara virksemi.
Í sambandi við grannskoðan meta vit um mannagongdir og innanhýsiseftirlit hjá fyritøkuni. Ein grannskoðan umfatar greiningar, fyrispurningar og eftirlit við týðandi postum í roknskapinum við m.a. at útinna fysiskt eftirlit, kanningar- og innheintan av uttanhýsis prógvi o.ø.

Ein grannskoðan er ein átekning við høgari vissu fyri upplýsingunum í ársroknskapinum.

Víðkað gjøgnumgongd

Viðkja gjøgnumgongd gevur smærri fyritøkum eina minni grannskoðanar- skyldu. Fyritøkur, sum ikki fara upp um tvær av niðanfyri nevndu trimum ásetingum í tvey fylgjandi roknskaparár, kunnu velja víðkað gjøgnumgongd:
1. Fíggjarjavna upp á 12 mió. kr.
2. Nettosølu upp á 24 mió. kr.
3. Miðal starvfólkatal upp á 15.

Víðkað gjøgnumgongd er ikki grannskoðan, men byggir á fyrispurningar til leiðslu og 4 kravdar grannskoðanarhandlingar.  Víðkað gjøgnumgongd gevur eina avmarkaða vissu.

Roknskapar-hjálp

Grannskoðan kann fráveljast fyri fyritøkur við nettosølu undir 1 mió kr., fíggjarjavna upp á 1 mió kr. og miðaltal av starvsfólkum uppá 12.
Tað er tó enn krav um innlating av roknskap vm. til myndugleikar fyri hesar fyritøkur.

Vit kunnu hjálpa tínari fyritøku við at seta roknskapin upp sambært galdandi lóggávu. Við roknskaparhjálp verður givin ein átekning uttan vissu fyri upplýsingunum í ársroknskapinum, av tí at hetta einans byggir á bókhaldi. Verður tó komi fram á týðandi feilir, ið leiðslan ikki ynskir at rætta, so verður eingin átekning givin, og vit kunnu ikki átaka okkum uppgávuna.

Gott at vita

Onnur viðurskifti enn lógarásetingar kunnu gera tað neyðugt at umhugsa grannskoðan.
Serlig viðurskifti í kunnu viðføra tørv á grannskoðan:
·  Bankin setur krav um grannskoða
·  Leiðslan ynskir eyka trygd og eftirlit
·  Partaeigarar krevja grannskoðan serliga tá talan um um fleiri eigarar
·  Aðrirlánsveitarar kunnu seta krav um grannskoðan í samband við gjaldføri
·  Viðtøkur vm. kunna hava ásetingar um grannskoðan.

Grannskoðan skal skapa trygd fyri triðjapart, men ikki minst skapa virði fyri felagið.

Hug til eitt prát um grannskoðan?

Ring til okkara á 31 47 00