Bókhald

Ert tú vinnurekandi, so hevur tú langtsíðani sæð veruleikan í eyguni: Tú hevur hvørki tíð ella hug til bókhald. Við einum bókhaldara fært tú bæði skil í pappírunum og tíð at gera tað, sum tú dugir best.  

Alt pappírarbeiði

Vit taka okkum av øllum pappírarbeiðinum fyri tína fyritøku. Hetta inniber sovorðið sum at bóka, gera lønir, lata mvg inn til Taks, skriva fakturar, rykkja eftir pengum, avstemma og ymiskt annað viðkomandi, sum krevst til at gera roknskap.

Hví bókhald?

So tað er skil í

Ein bókhaldari er trúgvur sum trøllið. Óansæð um tað eru góðar tíðir ella ringar tíðir, so kanst tú við einum bókhaldara vissa teg um, at tað er skil í tínum bókhaldi. 

Her ella har?

Bókhaldið kann verða gjørt á okkara skrivstovu ella úti hjá tær, um tú ynskir tað.

Bókhald

Vit brúka bókhaldsskipanina Visma E-conomic, har man kann skipa allar skásetingar á skíggjanum. Sostatt kunnu øll skjøl goymast tøkniliga, og tí er ikki neyðugt við pappíri. Tað er nemt og ómakaleyst at senda skjølini í bókhaldskipanina við eini app. Vit hava ein breiðan kunnleika og kunnu vegleiða og bóka innan fleiri bókhaldsskipanir.

Skuldarar og ognarar

Vit umsita skuldarar og ognarar, so at bókhaldið altíð er dagført. Við hesum verður fíggjarliga støðan hjá felagnum væl lýst.

Meirvirðisgjald

Vit kenna reglurnar fyri mvg út og inn og kunnu tryggja, at mvg-uppgerðirnar eru rættar, so at tú fært goldið og endurgoldið mvg, soleiðis sum lógin ásetur.

Lønarumsiting

Vit ráðgeva og/ella umsita lønir fyri fyritøkur og feløg – alt eftir hvør tørvurin er.

Lat okkum um bókhaldið.

Ring til okkara á 31 47 00.