Roknskapargreining 2020-2024

Roknskapargreiningin

Nýggja greiningin hjá P/F Januar vísur, at hóast størru føroysku feløgini hava lægri nettosølu, hægri nettoskuld og lægri avkast, so hava fyritøkurnar fleiri starvsfólk, og íløgurnar eru øktar í árinum.

Greiningin vísur, at sølan er nærum óbroytt hesi seinasti trý árini, og við atliti til stóra prísvøksturin, ið hevur verið seinastu árini,kann vísast á, at sølan hjá størru feløgunum er minkað. Feløgini høvdu ein stóran vøkstur eftir Covid-19, men hesin vøksturin er steðgaður.

 

Avkastið hjá feløgunum minkar eisini

Í tráð við lækkandi søluna, er avkastið hjá feløgunum eisini lækkað. Sølan er lækka 0,2 mia.kr., meðan avkastið somuleiðis er lækkað við 0,2 mia.kr.

Hóast lækkingina í krónum hava feløgini í ein ávísan mun megna at fasthildið EBIT avkast-prosentið, ið merkir, at feløgini hava megnað at tillaga virksemið í ein ávísan mun.

 

Øktar íløgur

Feløgini hava gjørt íløgur fyri 2,2 mia.kr. í 2024, og er hetta tað hægsta, íløgurnar hava verið hesi seinastu 5 árini. Hetta gevur ábendingar um, at feløgini eru við at tillaga seg og økja um orkuna og/ella effektivitetin hjá feløgunum.

 

Um greiningina

P/F Januar hevur gjørt greiningar av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.

Øll feløg, ið sambært Skráseting Føroya lata roknskap inn sum C-stór feløg ella størri, eru tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein so mikið stór fyritøka í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.

TAK GREININGINA NIÐUR ❱