Nýtt skjal
3
.
March
2020

Nýggjar roknskapargreiningar fyri landbúnaðin

P/F Januar hevur greinað innanhýsis roknskapir fyri 11-14 einstakar mjólkarbøndur2009 - 2018.  Greiningin er gjørd við støði í innanhýsis rakstrarroknskapunum hjá 11 - 14 mjólkarbøndum. Við hesum grundarlagi ber til at gera neyvari greiningar, har møguleiki er at fáa fleiri viðkomandi upplýsingar. M.a. verður hugt at, hvussu nógv hesir mjólkarbøndurnir nýta í peningi at keypa kraft- og stráfóður fyri, og hvussu nógv hesin kostnaðurin er fyri hvønn liturin av mjólk. Eisini er gongdin í mjólkarprísinum bæði hjá bóndanum og hjá MBM vístur. Aftast er víst hvussu nógv prístalið hevur yvirhálað mjólkarprísin í tíðarskeiðnum 1/1-1981 – 1/1-2019.

Sí greining her

P/F Januar hevur harumframt gjørt eina roknskapargreining fyri mjólkarvinunnuna fyri árini 2014 - 2018. Greiningin er gjørd við støði í almennu roknskapunum fyri 23 - 26 mjólkarbøndur, sum hava latið roknskapir inn til Skráseting Føroya fyri øll árini 2014 – 2018 (2014/2015 – 2018/2019), sum greiningin fevnir um

Sí greining her