Tíðindi
5
.
May
2023

Kristian Kruse góðkendur sum ICO/IEC 27001 Lead Implementer

Kristian kann nú kalla seg Certified ISO/IEC 27001 Lead Implementer

Í viku 17 var Kristian í Danmark hjá Dansk Standard í Keypmannahavn til skeið innan verkseting av ISO/IEC 27001. ISO/IEC 27001 er ein altjóða viðurkendur standardur innan KT-trygd, sum verður nógv brúktur innan fyriskipan av KT-trygd hjá bæði hjá privatum feløgum og almennum stovnum. Kristian kann nú kalla seg PECB Certified ISO/IEC 27001 Lead Implementer.

Hetta fegnast vit á P/F Januar sjálvandi um, tí at vitan hevur týdning. Júst henda vitanin kann koma okkara kundum til góðar, bæði í sambandi við KT-grannskoðan og KT-trygdarráðgeving. Hetta eru bæði øki í stórum vøkstri hjá okkum og gleðast vit um, at kunnu stuðla og sparra við føroyska vinnulívið og almennar stovnar, tá vit saman loysa torgreiddar avbjóðingar.