Starvsfólk
11
.
November
2020

Nýggj starvsfólk

Bjarni Brimnes er settur í starv sum grannskoðari frá 1. september 2020.  

Nýggjur KT grannskoðari

Januar hevur í nógv ár havt eina deild fyri KT grannskoðan. Útyvir KT grannskoðan veitir Januar tænastur innan GDPR (persóndatavernd) økið. Januar arbeiðir støðugt við at víðka um virksemið og menna hesa deildina, og hevur nú sett ein KT grannskoðara afturat.

Tann 1. november 2020 er Kristian Vágsheyg Kruse settur í starv sum KT grannskoðari. Kristian er útbúgvin cand.merc.aud. og hann hevur eisini staðið próvtøku sum kt-grannskoðari (CISA). Kristian hevur áður arbeitt sum KT grannskoðari og Cybersecurity ráðgevi hjá Ernst & Young í Danmark.