31. mars 2021

Nýggjur CISA-grannskoðari

Nýggjur CISA-grannskoðari

 

Kristian Vágsheyg Kruse, sum byrjaði í starvið hjá JANUAR í 2020, hevur fingið góðkenning sum CISA-grannskoðari, ið er ein sertifisering av KT-grannskoðarum.

CISA stendur fyri Certified Information Systems Auditor, og er ein viðurkend altjóða sertifisering av KT-grannskoðarum.

Kristian byrjaði hjá JANUAR í november 2020, tí uppgávurnar í sambandi við KT-grannskoðan og KT-trygd eru støðugt vaksandi.

Kristian hevur royndir sum KT-grannskoðari hjá stóru grannskoðarafyritøkuni Ernst & Young í Danmark, har hann hevur luttikið í uppgávum bæði í Danmark og í Englandi, áðrenn hann kom í starv hjá JANUAR.

Vit ynskja Kristian tillukku og gleða okkum til, at hann kemur at loysa nógvar uppgávur fyri kundar okkara.



Aftur