26. mai 2021

Kom í læru hjá Januar

Kom í læru hjá Januar

Kom í læru hjá Januar

 

Vit leita eftir ungum fólkum, sum seta sær stór mál.

 

Heldur tú samfelagsviðurskifti og búskap vera áhugavert? Hvussu við einum starvi í privata vinnulívinum? Vit kunnu bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, sum ikki fæst betri í Føroyum, og sum samstundis er á støði við tað besta, tú finnur úti í heimi.

 

Hvørji eru vit?

Januar er eitt løggilt grannskoðanarvirki. Vit grannskoða og ráðgeva innan roknskap og bókhald, og vit stovna virkir og fáast við sølu, keyp og umskipan av virkjum og skattamálum. Her arbeiða nógv góð fólk, sum gjøgnum gott samstarv hava skapt eitt sterkt toymi. Nú er pláss fyri einum afturat. Vit leita eftir einum evnaríkum persóni, sum er við gott mót og dámar at seta sær stór mál.

 

Vit arbeiða skjótt og effektivt, tí okkara mál er at geva kundunum ta bestu tænastuna. Tað setur samstundis krøv til okkum starvsfólk. Tað kann vera hart til tíðir, og summir dagar kunnu vera longri enn aðrir. Tað er bara ein partur av tí í hesari spennandi vinnuni. Hinvegin –leita vit okkum orku við borðfótbólti ella í okkara egna fitness-sentri. Eitt er vist – tú keðir teg ikki.

 

Hvat vænta vit av tær?

Lógin setur stór krøv til grannskoðarar. Men vit seta enn størri krøv til persónligu eginleikarnar. Vit vænta, at tú ert álítandi, tekur ábyrgd og skilur týdningin av tíni tagnarskyldu. Fakliga støðið verður bygt upp gjøgnum ástøðiliga útbúgving og starvsvenjing, so tú ert altíð í góðum hondum.

 

Vit vænta eisini, at tú hevur tikið ella tekur HF, HH ella studentsprógv, og at próvtølini eru góð. Mest av øllum vænta vit, at tú brennur fyri at fáa eina búskaparliga útbúgving og heldur tað vera spennandi at virka í vinnulívinum.

 

Møguleiki fyri víðari útbúgving

Lærutíðin er trý ár. At byrja við kanst tú lesa HD*, samstundis sum tú vinnur pening. Aftan á tað hevur tú nógvar møguleikar: Fert tú at lesa cand.merc.aud. ella líknandi sum fulltíðarlesandi í Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska geva tær arbeiði ímeðan. Tú kanst eisini velja at lesa cand.merc.aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum. Eftir cand.merc.aud. er møguleiki at gerast ríkisgóðkendur og løggildur grannskoðari. Hevur tú viljan, evnini og rætta hugburðin, so stuðla vit tær í at fullføra tað, tú setur tær fyri.

 

*Handelshøjskolernes erhvervsøkonomiske diplomuddannelse

 

Umsókn

Send okkum tína bestu umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum til januar@januar.fo ella Januar, Óðinshædd 13, Postboks 30, FO-110 Tórshavn. Setanaravtalur verða gjørdar í juli, og starvið verður sett umleið 1. september 2021.

 

Vilt tú vita meir, kanst tú ringja til Jógvan Amonsson á 554713 ella Hans Laksá á 551738.

 

Freistin at søkja er 25. juni 2021.



Aftur