30. august 2021

Januar hevur gjørt eina roknskapargreining av roknskapunum hjá 20 teimum størstu føroysku feløgunum fyri 2020

Januar hevur gjørt eina roknskapargreining av roknskapunum hjá 20 teimum størstu føroysku feløgunum fyri 2020

 

Eitt ár merkt av Covid-19

Flestu lyklatølini hjá Føroysku fyritøkunum eru negativ í 2020 greiningini. Nettosølan er minkað við 9,5%, EBIT marginan er minkað við 3,2%, ímeðan nettoskuldin er økt við 6,5%.

Av greiningini framgongur eisini, at tær stóru fyritøkurnar hava gjørt væl størri íløgur í 2020 samanhildið við undanfarin ár. Tær samlaðu íløgurnar eru uppá 1,9 mia.kr., ið er knapt 700 mió.kr. meira enn undanfarna ár og svarar til eina øking uppá 52,5%.

Nettosøla

Greiningin vísir, at positiva gongdin í nettosøluni tey seinastu árini er steðgað. Nettosølan er minkað við 9,5% í 2020 samanhildið við undanfarna ár. Hetta svarar til eina minnisølu uppá 1 mia.kr. í mun til 2019. Lækkingin sæst eina mest hjá flutningsfeløgum, og hesi hava verið serliga hart rakt av Covid-19. Eisini sæst ein lækking í nettosøluni hjá feløgunum í fiskivinnuni, hóast hendan lækkingin ikki er eins stór sum tann hjá flutningsfeløgunum. Feløg í tænastuvinnuni hava í flestu førum økt um nettosøluna.

Rakstraravkastið (EBIT) heldur fram at minka

Sambært greiningini hevur gongdin í rakstraravkastinum verið negativ seinastu árini, og heldur hendan gongdin fram í 2020. Samlaða rakstraravkastið minkaði við 412 mió.kr. í 2020, svarandi til 37,3%. Hetta kundi bent á, at feløgini hava sýnt samfelagssinni og hildið hjólini koyrandi, hóast sølan hevur verið nógv minkað.

Framtíðarútlit

Sambært búskaparfrøðingunum so hevur føroyska vinnulívið lagað seg til støðuna í heimssamfelagnum, og er nettosølan nú á sama støði, sum hon varð áðrenn Covid-19.

Harumframt hava feløgini gjørt stórar íløgur í árinum, ið kundi givið ábendingar um, at feløgini síggja ljóst uppá framtíðina.

Um greiningina

Hetta er triðja árið, har P/F Januar hevur gjørt greiningina av teimum stóru feløgunum í Føroyum.

Peningastovnar og tryggingar eru ikki við í greiningini, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp eftir ársroknskaparlógini. P/F Bakkafrost er so mikið stór fyritøka í mun til aðrar føroyskar fyritøkur, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingarnar. Tí er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.

 

Greiningin er á heimasíðuni hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðarum. Greiningin kann heintast her 



Aftur