Í dagsins samfelag merkir burðardygd annað og meira enn einans at minka um útlátið. Tað viðvíkur eisini menning og at skapa nýggjar handilsmøguleikar.
P/F Januar kann veita hjálp og ráðgeving til at gera ætlanir innan burðardygga virðisøking.
Vit samstarva millum annað við kundar okkara um, at:
- Gera eina langtíðarætlan
- Skapa mál og málsetningar
- Veita eina óhefta váttan um avrikslyklatøl (Key Perfomance Indicators) viðv. margfeldi og inklusjón
- Gera eina frágreiðing um lønarmun deilt á kyn, etniskan uppruna, førleikamanglar, kynsbýti, trúarsannføring, aldur v.m.
- Gera eina frágreiðing eftir millum annað § 99b og § 107c í ársroknskaparlógini og tilmælum um góða virkisleiðslu.