Roknskapargreining av 20 teimum størstu í 2017 (4. partur - greining av eginogn og starvsfólkatali)

JANUAR hevur gjørt eina roknskapargreining av 20 teimum størstu virkjunum í 2017.
4. partur: Greining av eginogn og starvsfólkatalið.

 

Tað sæst, at eginognin hjá 20 teimum størstu feløgunum í Føroyum er økt við 5 mia. kr. seinastu 5 árini. Í 2016 og 2017 er eginognin økt hjá 19 av teimum 20 fyritøkunum.

Talið á ársverkum hjá hesum 20 fyritøkunum er økt úr umleið 3.400 upp í góð 4.000 starvsfólk seinastu 5 árini. Eisini sæst, at nettosøla fyri hvørt starvsfólk í meðal liggur um 3 mió. kr.

 

Heinta skjal her

Roknskapargreining av 20 teimum størstu í 2017 (3. partur - greining av íløgum og skuld)

JANUAR hevur gjørt eina roknskapargreining av 20 teimum størstu virkjunum í 2017.
3. partur: Greining av íløgum og skuld.

 

Henda greiningin er um íløgur og skuld. Her sæst m.a., at í árunum 2015 og 2016 øktust íløgurnar hjá føroysku feløgunum, men lækkaðu aftur í 2017. Tað er nøkulunda sama gongd, sum í Noregi, Svøríki, Týsklandi og Onglandi, meðan íløgurnar hjá donsku feløgunum øktist í 2017.

Nettoskuldin hjá føroysku feløgunum fylgir gongdini í íløgunum.

 

 

Heinta skjal her

Roknskapargreining av 20 teimum størstu í 2017 (2. partur - greining av ársúrsliti - EBIT)

JANUAR hevur gjørt eina roknskapargreining av 20 teimum størstu virkjunum í 2017.

2. partur: Greining av ársúrsliti - EBIT

 
Rakstaríkast
Samlaða rakstraríkastið hevur verið hampuliga støðugt hesi seinastu 5 árini, tó við undantaki av 2016, ið hevur verið eitt serstakliga gott ár hjá feløgunum. Av umsetninginum hjá feløgunum, hevur ársúrslitið ligið støðugt um 11,8% - 13,5%, tó við undantaki av 2016.

 

Heinta skjal her

Roknskapargreining av 20 teimum størstu í 2017 (1. partur - Greining av umsetningi)

JANUAR hevur gjørt eina roknskapargreining av 20 teimum størstu virkjunum í 2017.

1. partur: Greining av umsetningi

Um greiningina
Hetta er 1. partur av greiningini av teimum størru feløgunum í Føroyum.
 
Ætlanin við greiningini er, at lýsa gongdina hjá føroysku feløgunum, fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í gongdina hjá vinnulívinum.

 

Heinta skjal her

Greining av 20 teimum størstu fyritøkunum fyri 2018

Januar hevur aftur í ár gjørt eina greining av roknskapunum hjá 20 teimum størstu føroysku fyritøkunum. Greiningin byggir á roknskapirnar fyri 2018.

Eftir fleiri ár við støðugum vøkstri, er vøksturin í nettosøluni steðgaður hjá teimum stóru føroysku fyritøkunum. Nettosølan lækkaði 2,7% í 2018. Hóast
hetta, so megna fyritøkurnar at økja um rakstraravkastið, og øktist samlaða rakstraravakstið við 2,2% í 2018.

Av greiningini hjá P/F Januar framgongur, at økingin í nettosøluni hesi seinni árini er steðgaður. Tann samlaða nettosølan hjá teimum stóru feløgunum minkaði úr 13,4 mia.kr. til 13,0 mia.kr., og hetta er ein lækking uppá 2,7%.

Hóast hetta, so høvdu 12 av teimum 20 feløgunum eina øking í nettosøluni, herav 3 feløg, ið høvdu eina øking í nettosøluni uppá meira enn 20%. Rakstraravkastið hevur í miðal verður lækkandi hesi seinastu 5 árini, eisini hóast tað samlað varð ein betring í EBIT – heili 14 feløg høvdu eina lækking í EBIT-marguni, herav 7 høvdu eina øking í nettosølu, men eina lækking í EBIT-marginuni.

Tey 20 stóru feløgini gjørdu íløgur fyri tils. 1,8 mia.kr. í 2018, og er tað ein øking uppá 5,7% í mun til 2017.

Samstundis er samlaða nettoskuldin hjá feløgunum økt við 6,6%, ella 308 mió.kr.

greining

 

Heinta skjal her