2. november 2018

Nýggj roknskapargreining av 20 teimum størstu virkjunum í 2017

 

JANUAR hevur gjørt eina roknskapargreining av 20 teimum størstu føroysku virkjunum í 2017.

 

Um greiningina

Hetta er fyrsta árið, har Januar ger eina slíka greining, og er hetta eisini fyrsti partur av greiningini. Hesin fyrsti parturin er avmarkaður til greining av umsetningi hjá teimum størru føroysku feløgunum.

Ætlanin við greinigini er, at hendan skal lýsa gongdina hjá teimum føroysku feløgunum fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í hvussu gongdin hevur verið hesi seinnu árini.

 

Umsetningurin í 2017 helt á at vaksa

Greiningin av teimum størru føroysku feløgunum vísir, at umsetningurin í 2017 hevur hildið á at økjast. Tá samanborið verður við størru feløgini í londunum rundan um okkum sæst, at vøksturin í umsetningi er hægri hjá føroysku feløgunum.

Vøksturin í umsetningi fyri 2017 varð 6,3% (2016: 3,7%), og 12 av teimum 20 feløgunum upplivdu ein vøkstur (2016: 10).

 

 

 

 

greining



Aftur