21. oktober 2019

Januar hevur gjørt eina roknskapargreining av roknskapunum hjá 20 teimum størstu føroysku feløgunum

Eftir fleiri ár við støðugum vøkstri, er vøksturin í nettosøluni steðgaður hjá teimum stóru føroysku fyritøkunum. Nettosølan lækkaði 2,7% í 2018. Hóast
hetta, so megna fyritøkurnar at økja um rakstraravkastið, og øktist samlaða rakstraravakstið við 2,2% í 2018.

Av greiningini hjá P/F Januar framgongur, at økingin í nettosøluni hesi seinni árini er steðgaður. Tann samlaða nettosølan hjá teimum stóru feløgunum minkaði úr 13,4 mia.kr. til 13,0 mia.kr., og hetta er ein lækking uppá 2,7%.

Hóast hetta, so høvdu 12 av teimum 20 feløgunum eina øking í nettosøluni, herav 3 feløg, ið høvdu eina øking í nettosøluni uppá meira enn 20%. Rakstraravkastið hevur í miðal verður lækkandi hesi seinastu 5 árini, eisini hóast tað samlað varð ein betring í EBIT – heili 14 feløg høvdu eina lækking í EBIT-marguni, herav 7 høvdu eina øking í nettosølu, men eina lækking í EBIT-marginuni.

Tey 20 stóru feløgini gjørdu íløgur fyri tils. 1,8 mia.kr. í 2018, og er tað ein øking uppá 5,7% í mun til 2017.

Samstundis er samlaða nettoskuldin hjá feløgunum økt við 6,6%, ella 308 mió.kr.

 

greining

 



Aftur