13. januar 2017

Inntøkukrøv til vinnuliga riknar hýruvognar eru munandi herd

Í kunngerð, sum er sett í gildi í januar 2017, eru inntøkukrøvini munandi herd fyri, nær hýruvognar eru at rokna sum vinnuliga riknir, og at teir harvið kunnu skrásetast uttan skrásetingargjald.

 

Broytingin er henda:

 

 

Higartil galdandi

(kr./km)

Nýggj

áseting

(kr./km)

Hækking

í kr.

Hækking

í %

Tórshavnar Kommuna

4,50

7,00

2,50

55,6%

Restin av landinum

4,00

6,00

2,00

50,0%

 

Koyribók

 

Tað er eitt krav, at tann, sum hevur loyvi til at skráseta ein hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra eina koyribók, sum skal vísast fram eftir áheitan frá TAKS.

 

Koyribókin skal førast fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis, at:

·    Kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina.

·    Kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina.

·    Koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.



Aftur