18. mai 2020

CDPSE - grannskoðari

Jóhan Martin Jacobsen er nú eisini CDPSE – grannskoðari!

Umframt at vera CISA-grannskoðari og CRISC-grannskoðari so er Jóhan Martin Jacobsen nú eisini CDPSE-grannskoðari.

Hvat er so CDPSE-grannskoðari fyri nakað?

Heta er stytting av Certified Data Privacy Solutions Engineer.

CDPSE er býtt upp í 3 høvuðsøki:

  • Privacy governance – Fyriskipan ella leiðsla av persónsupplýsingartrygd
  • Privacy architecture – Hvussu trygdartiltøkini eru løgd til rættis
  • Data lifecycle – Hvussu persónsupplýsingar verða handfarnar úr vøggu í grøv (tær skulu jú ikki goymast longri enn tørvur er)

 

Krøvini til dátatrygd økjast í hvørjum. Tað sum nú er fyri framman er nýggja dátuverndarlógin, ið væntandi verður sett í gildi 1. januar 2021, og sum setir nógv krøv til fyritøkur og stovnar, sum viðgera persónupplýsingar.

 

P/F JANUAR hevur allar førleikar at taka sær av bæði at ráðgeva og at grannskoða fyritøkur og stovnar, ið koma undir dátuverndarlógina.



Aftur