12. desember 2018

4. partur av roknskapargreining av 20 teimum størstu føroysku fyritøkunum: Eginogn og starvsfólkatal eru munandi økt seinastu 5 árini

Greiningin, sum í dag er løgd út á heimasíðuna hjá JANUAR, viðgerð eginognina og talið á starvsfólkum.

 

Tað sæst, at eginognin hjá 20 teimum størstu feløgunum í Føroyum er økt við 5 mia. kr. seinastu 5 árini. Í 2016 og 2017 er eginognin økt hjá 19 av teimum 20 fyritøkunum.

 

Talið á ársverkum hjá hesum 20 fyritøkunum er økt úr umleið 3.400 upp í góð 4.000 starvsfólk seinastu 5 árini. Eisini sæst, at nettosøla fyri hvørt starvsfólk í miðal liggur um 3 mió. kr.

 

Henda roknskapargreiningin er tann fjórða, sum P/F JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki, hevur gjørt fyri 20 føroyskar vinnufyritøkur, sum hava størsta umsetningin. Tó eru tryggingarfeløgini og peningastovnarnir ikki við í greiningini, tí tær eru heldur ikki við í teimum útlendsku greiningunum, sum samaborið verður við.

 

Endamálið er at lýsa gongdina hjá hesum vinnufyritøkunum í tíðarskeiðnum 2013 – 2017 og samanbera gongdina hjá føroysku fyritøkunum við gongdina hjá stóru vinnufyritøkunum uttanlands.

 

Greiningin lýsir gongdina við at kanna hesi lyklatølini:

  • Umsetningin
  • Vinningin
  • Íløgurnar
  • Skuldina
  • Starvsfólkini
  • Eginognina

 

Fyri at greiningin kann vera lættari at lesa og skilja, verða lyklatølini viðgjørd í greiningum fyri seg.

 

Greiningarnar verða lagdar út á heimasíðuna hjá P/F JANUAR, løggildum grannskoðanarvirki – www.januar.fo.

 

Fyrsta greiningin, har umsetningurin verður viðgjørdur, varð løgd út tann 2. november.

Onnur greiningin, har vinningurin verður viðgjørdur, varð løgd út tann 14. november.

Triðja greiningin, har íløgur og skuld vóru viðgjørd, varð løgd út hin 29. november.

 

greining



Aftur